Erling umboðar kjarnan í tjóveldisretorikkinum

Hóskandi ella ikki – orðavalið hjá Erlingi er fullkomiliga í tráð við politiska andan hjá Tjóveldinum, har óskipað, óumhugsað og gagnleys sjálvræði kemur framum fólkaræðislig virðir.

Mong hava fylgt við í kjakinum um Erling Eidesgaard, um hvørt hansara orðaval er hóskandi á løgtingsins røðarapalli. Tað er ikki undarligt, at slíkir boðskapir koma frá tjóveldisfólki, tí í mong ár hava tey við orðum gjørt Danmark til evsta fígginda hjá føroyingum. Við førda politikkinum hevur Tjóðveldi stýrt Føroyum burtur frá Danmark og eystureftir ímóti Moskva.

Tíðin er tí komin til at seta spurnartekin við, um tað er orðavalið hjá Erlingi, ið er óhóskandi, ella um tað er politikkurin hjá Tjóveldi, sum er óhóskandi fyri føroyskt sjálvstýri.

Sjálvstýri er ikki í iva! Sjálvstýri eigur at handla um Føroyar og føroysku virðini!