Ein umsitingarsamgonga á autopilot

Sitandi samgonga hevur avmarkað sítt politiska arbeiði til lægsta felagsnevnara, so mikið, at sjálvt anstøðan ikki fær verið ósamd. Tað gerst støðugt ivasamt, hvat endamálið er, annað enn at føra dagligan og visiónsleysan rakstur ístaðin fyri veruligan politikk.

Nú samgongan er farin inn í annað ári av valskeiðinum, er áhugavert at hyggja at og meta um, hvat hon hevur fingið av skafti hetta fyrsta árið.

Í samgonguskjalið varð skrivað, at samgongan ynskti at tryggja vælferðartænasturnar við burðardyggari langtíðarfígging og lønarlyfti. Hetta kann ikki sigast at hava verið annað enn tóm orð, tí við neva og klóm máttu sjúkrarøftarfrøðingarnir í vikuvís kempa ímóti karminum hjá Ruth Vang fyri einari lønarhækkan à 9 prosent. Eina viku eftir, at drúgva verkfallið var av, gav ein smílandi samgonga eina kademikarunum, uttan at blunka, eina lønarhækkan á 12 prosent.

Raðfestingin av vælferðarøkinum í samgonguskjalinum sæst tí ikki aftur í verki. Heldur hevur samgongan við sínari offensivu, óprofessionellu og ókompetentu samráðingartilgongd gravað djúpar gjáir ímillum Landsstýrið og fleiri fakbólkar á vælferðarøkinum.

Í samgonguskjalinum varð skrivað, at samgongan ynskti at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarliðið, og víðari at taka størri ábyrgd í heiminum og í altjóða samstarvi. Men við sáttmálanum við Russland hevur samgongan tíverri fullkomiliga svikið føroyska borgaran hesum viðvíkjandi. Samgongan hevur vent Evropa ryggin, ímeðan anstøðan tegir og samtykkir. Er yvirhøvur nakar til arbeiðis í løgtinginum?

Saman við førosyka borgaranum øtast vit um tann leiklutin, sum samgongan hevur sett Føroyar í, í altjóða høpi.

Men hóast samgongan hevur ført Føroyar av kós, og anstøðan ikki megnar at føra veruligan anstøðupolitik, er vón fyri framman. Tí einaferð verður aftur val, har føroyski veljarin aftur skal taka støðu.

Sjálvstýri er ikki í iva um, at Føroyar skal venda sær ímóti Evropa og ímóti ES. Vit mugu kanna møguleikarnar fyri, at fáa Føroyar við í danska ES limaskapin. Á hendan hátt verður føroyskur búskapur og føroyskt sjálvræði grundað á demokratisk virðir og óavhengigt av einaveldis krígstjóðum.

Sjálvstýri móti sjálvstýri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *