Eitt samanhangandi sjúkrahúsverk, takk!

Umstøðurnar eru sjálvsagt øðrvísi her í Føroyum enn í Vesturjútlandi, men tørvurin er tann sami.

Skannaramálið úr Klaksvík varpar ljós á sjúkrahúsverkið her á landi. Eg hugsi sum so ikki um, hvørt KVF hevur fingið innlit í røttu skjølini ella ei. Tann sanna gølan er jú, at vit – í einum landi við 55.000 íbúgvum – hava trý sjúkrahús, sum heilt týðiliga slett ikki samtarva.

Ongin ivi er um, at hetta elvir til óskynsaman rakstur. Og víðari elvir hetta til spiltar møguleikar fyri at menna ta fakligu góðskuna og veita betri og skjótari tænastu til sjúklingarnar. Og síðst men ikki minst elvir hetta til, at vit missa møguleikan fyri at skapa eitt meira burðardygt og mótstøðuført sjúkrahúsverk í Føroyum.

Heilsuverkini í øllum vesturheiminum er undir trýsti orsaka av læknafakligu menningini, sum gongur skjótari og skjótari. Hendan menningin hevur við sær, at vit kunnu veita betri og betri viðgerð fyri fleiri og fleiri sjúkur og brek.

Menningin hevur eisini eina økta spesialisering og øktan kostnað til fleiri starvsfólk, dýrari heilivág og alsamt meira medisinska útgerð við sær. Hendan menningin fer væntandi bert at vinda uppá seg í tíðini frameftir, og hetta er ein risastór avbjóðing fyri føroyska sjúkrahúsverkið, sum hevur eitt lítið sjúklingagrundarlag og ónøktaðan tørv á læknafagligum serfrøðingum.

Tað er eisini ein avbjóðing og eitt trýst, sum eg kenni frá tí sjúkrahúsinum, sum eg havi ábyrgdina av, ið er Esbjerg og Grindsted Sygehus í Vesturjútlandi í Danmark. Hetta hóast tað, at vit hava nakað nógv meira at standa ímóti við samanborið við sjúkrahúsverkið í Føroyum, tí at vit hava eitt upptøkuøki við 220.000 fólkum, 3.000 starvsfólk og eina fíggjarætlan uppá 2,1 mia. kr.

So spurningurin er, hvussu mann kann gera eitt burðardygt heilsuverk í Føroyum?´Eg fari at byrja við at nevna starvsfólkini. Tí ongin ivi er um, at starvsfólkini í føroyska heilsuverkinum eru ein serlig resursa. Starvsfólkini eru von við at klára seg við lítlum og taka eina stóra ábyrgd. Eg havi stóra virðing fyri teimum sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, radiografum, bioanalytikarum, heilsuatstøðingum, ljósmøðrum, terapeutum, portørum, reingerðarfólkum, umsitingarfólkum og ikki minst teimum leiðarum, ið hóast truplar umstøður við trongum kørmum og trýst frá fakligu menningini og spesialiseringini megna at fáa gerandisdagin í sjúkrahúsverkinum at fungera.

Men um starvsfólkini skulu hava hjálp til at klára allar avbjóðingarnar, tey fáa uttanífrá, so hevði tað verið ein góð byrjan at gjørt eitt samstarvandi, integrerað sjúkrahúsverk við einum læknafakliga grundaðum arbeiðsbýti millum sjúkrahúsini og við veruligum felagsleiðslum á bæði stjóra- og deildarstøði.

Í Vesturjútlandi hava vit havt eina líknandi tilgongd millum Esbjerg Sygehus og Grindsted Sygehus. Grindsted Sygehus hevði áður fleiri bráðfeingis funktiónir, sum ikki vóru burðardyggar longur og ikki megnaðu at halda tað kravda fakliga góðskustøði. Tí samtykti regiónsráðið í Region Syddanmark ein nýggjan profil fyri Grindsted Sygehus. Sjúkrahúsið er nú eitt sersjúkrahús við planløgdum skurðviðgerðum, dagsjúkrahúsi við fleiri sergreinum, arbeiðsmedisinskari klinikk og einari seingjardeild fyri spesialiseraða neurorehabilitering. Nýggi profilurin fær stóra undirtøku frá øllum pørtum:

Billund Kommune (har Grindsted Sygehus liggur), starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, praktiserandi læknum og enntá frá borgaraátakinum ‘Støtteforeningen for Grindsted Sygehus’. Øll skiltu, at tað var neyðugt fyri at tryggja, at sjúkrahúsinum skuldi verða lív lagað í framtíðini. Eisini hevur tað nýggja arbeiðsbýti millum Esbjerg og Grindsted Sygehus gjørt, at tey bæði sjúkrahúsini nú styðja og supplera hvørt annað. Umstøðurnar eru sjálvsagt øðrvísi her í Føroyum enn í Vesturjútlandi, men tørvurin er tann sami.

So mítt nýggjársynski er: Takið nú tær neyðugu politisku avgerðirnar, so vit fáa eitt samstarvandi, integrerað og burðardygt heilsuverk í Føroyum. Har er nógv at fara í holt við – m.a. tær longu bíðitíðirnar.

Per Busk,

Sjúkrahússjtóri,

Esbjerg og Grindsted Sygehus

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *