Andstøðuflokkurin, Fólkflokkurin, er komin fram við uppskoti at íverkseta talgilda valskipan í Føroyum, so føroyingar skulu kunnu seta krossin til komandi løgtingsval, í vælveruni av sínari egnu fartelefon, ístaðin fyri at skula á valstaðið og seta blýtantskrossin á pappír.
Eyðsæð ljóðar hetta sera gott og ómakaleyst fyri tey flestu. Vit hava jú sera góðar royndir av talgilda Samleikanum, sum flestu føroyingar hava í lummanum. Tað er jú vorðið so ómakaleyst at avgreiða og kunna seg um alskyns viðurskiftir. So hví ikki bara halda áfram og talgilda valið?
Tess meira møguleikar og kunnleika talgildi heiminum gevur okkum, tess meira breiðir seg ein manglandi kunnleiki at síggja vandanar. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum er ræðandi ókunnleiki, ið ger eina trygga gjøgnumskygda valskipan til ókend skíggj.
Vit mugu ongantíð loyva talgildum vali til løgtingsval ella kommunuval. Heldur enn at loyva tí, átti tað at verðið fest niður í føroyska grundlóg, at talgild val av teimum, sum skulu manna fólkaræðið, er ikki lógligt val.
Grundgevingaar hjá Fólkaflokkinum fyri at loyva talgildum vali, er fyrst og fremst at geva føroyingum, sum starvast á sjónum og uttanlands ein betur møguleika at avgreiða atkvøðu. Sæð frá teirra sjónarmiði gevur tað meining, tí hesir veljarar tykjast meira sannlíkt at velja Fólkaflokkin, heldur enn tildømis Javnaðarflokkin. Tað eru tey smáu tølini, ið kunnu gera tey stóru útsløgini, tá ið tað er liðugt at telja upp eftir ein løgtinsval.
Men hendan grundgeving er í botn og grund sera sjálvsøkin og bert ein roynd at geva sær ein betur møguleika til komandi val. Víðari avleiðinganir fáa ikki rúm í teirra uppskoti. Hetta er sama hugsan, ið Edmund Joensen hevði, tá ið hann legði fram uppskot um at gera føroyar til eitt valdømi. Hann er maðurin, ið ofraði regiónina fyri móðurlandið. Politikkarin vildi forleingja sítt egna lív, fekk tað. Kostnaðurin var at fremja óbótaligan skaða fyri føroyska fólkaræðið, sum nú stútt og støðugt tødnar fyri hvørja setu. Møguleikarnir tødna og lokalvaldið og ávirkanin slókna. Valdið fer alsamt á færri hendur.
Vit hava tó framvegis eina risastóra luttøku í okkara valum. Til seinasta løgtinsval var luttøkan heili 88,1 prosent. Samanbera vit við onnur lond, so er tað ein ómetaliga góð luttøka, ið vit kunnu vera stolt av.
So hvat eru uppskotstillarnir til reiðar at ofra fyri tveyhundrað atkvøður afturat?
Vit hava í dag eina valskipan, har vit hava:
– Álit á skipanini
– Tryggja anonymitet
– Høga luttøku
Hetta verður samskipað við blýanti og pappír á nógvum valstøðum við nógvum eygleiðarum. Hetta er ein skipan, har tað er ógvuliga torført at fremja valsvik. Og so at siga ógjørligt at fremja óreglusemi í størri skala. Við talgildum vali kann stórt svik fremjast, við einum knappastrokið.
Uttan at fara inná tað tekniska, við at innføra talgilt val, so geva vit avkall uppá anonymitetin og álitið viknar so skjótt, ið onkur sáar iva um skipanina. Eru tit í Fólkaflokkinum veruliga til reiðar at gelda fólkaræðið og geva tí ein kunstigan anda úti í taldilda heiminum?
Nei, takk! Lat okkum ikki fara frá tí sum riggar væl til tað, sum ljóðar gott.
Vónandi fáa tit av at vita, tá ið hetta uppskot verður viðgjørt.