Samgongan hevur sett sær fyri, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, fáa vaksnaútbúgving, eftirútbúgving til røktarfólk og fakfólk, fleiri vinnurættaðar útbúgvingar og KT-útbúgvingar, stovna sjóvinnuútbúgving á miðnámi og universitetsstigi, og at fáa eina langtíðarætlan fyri føroyska gransking.
Fyri at vita, hvussu tað gongur við hesum, og hvørji átøk kunnu væntast at verða framd í næstum, hevur Uni Holm Johannesen, tingmaður, sett landsstýrismannum í útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, skrivligan fyrispurning.
Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum, men atgongd til skikkaða arbeiðsmegi er ein avbjóðing í bæði almenna og privata geiranum.
Loysnin er samansett, men ein tungur partur er ein góður og virkin útbúgvingarpolitikkur, sum megnar at sameina útbúgving, gransking og vinnulív.
Roknað verður við, at tað fara at vanta okkurt um 1.000 starvsfólk í heilsu- og umsorganarøkinum um nøkur ár. Tað eigur at vera ein landspolitisk uppgáva at útbúgva fólk, men stóri tørvurin hevur havt við sær, at Tórshavnar kommuna av sínum eintingum er farin at samstarva við VIA University College í Danmark um at útbúgva hjálparfólk.
Samstundis vita vit, at føroyskar fyritøkur sóknast eftir hondum, sum kunnu skapa, byggja, viðlíkahalda og tæna.
Vinnuhúsið sigur, at fyritøkur leita eftir hondum, sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar og tunlar, og sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva og annað.
Tað eru millum annað smiðir, mekanikarar, timburfólk, kokkar, elektrikarar, sveisarar, alarar, snikkarar og bakarar.
Handilsflotin hevur eisini trupult við at fáa nóg mikið av skikkaðum sjófólki, og at umskúla sjófólk, so tey eru til reiðar til orkuskiftið. Fyritøkur sóknast somuleiðis eftir starvsfólkum við KT-førleikum.
Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin