Tingakrossur – Tín politiski miðil

Navnið Tingakrossur kemur av einum trækelvi, sum fyrr í tíðini bleiv sent bygd úr bygd við eitt nú tingboðum. Tingakrossur er ein pallur, har sjálvt navnið ber boð um endamálið. Ætlanin við talgildu útgávuni av Tingakrossi er at virka sum eitt ljós í einari myrkari politiskari tíð og byggja brúgv ímillum allar politiskar flokkar.

Tingakrossur aftur millum føroysku miðlarnar. Tingakrossur kom út sum tíðindablað fyrstu ferð 1. januar 1901 fram til 1955, tá steðgur kom í. Frá 1959 til 1990 kom blaði útaftur og hevði sostatt 85 ár á baki.

Navnið Tingakrossur kemur av einum trækelvi, sum fyrr í tíðini bleiv sent bygd úr bygd við eitt nú tingboðum. Tingakrossur er ein pallur, har sjálvt navnið sigur frá endamálinum. Ætlanin við talgildu útgávuni av Tingakrossi er at virka sum eitt ljós í einari myrkari politiskari tíð.

Frá byrjan var Tingakrossur ein sjálvtýrisvendur miðil, sum seinni gjørdis málgagn hjá Sjálvstýrisflokkinum. Endamálið við blaðum var at arbeiða fyri útbúgving og at stríðast ímóti kúgan.

Í hesum tíðum, har politiskur ófriður og rumbul ræður, trongir samfelagið til eitt stað, har allir politiskir flokkar kunnu møtast . Tingakrossur er til reiðar at átaka sær hendan leiklut. Tingakrossur er ikki bara eitt virtuelt málgagn, men ein pallur til vitan, samrøðu og virkni.

Tingakrossur strembar eftir at byggja brúgv og savna politiskt áhugað til kjak og samrøður. Tí bara gjøgnum samrøðuna kunnu vit tryggja, at fólkaræði verður varðveitt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *