Á síðu tvey í vikuskiftissosialinum er áhugavert yvirlit yvir uppmøting í Løgtinginum. Har eru tey, sum bert hava verið burtur í ein dag í hesi tingsetuni, meðan onnur løgtingsfólk eru skrásett til at hava verið burtur heilt upp í 8 og 11 ferðir.
Óivað áhugaverd tíðindi fyri lesaran, men áhugaverdari hevði verði, meti eg, um møguligar orsøkir eisini vóru frásagdar. Og eg ivist onga løtu í, at journalisturin væl veit orsøkirnar hjá nøkrum teirra, at hesi vóru burtur í ørindum fyri Løgingið og tí ikki kundu vera á Løgingi somu dagar.
Sum dømi kunnu nevnast teir báðir limir Løgtingsins í Norðurlandaráðnum og formaðurin í Útnorðurráðnum, sum 5 ferðir í heysthálvuni umboðaði ráðið á fundum í øðrum londum.
Jenis av Rana