LÍVSLONG LÆRING – MØGULEIKI FYRI MENNING ALT LÍVIÐ

Krøvini í mun til menning, eisini útbúgvingarliga, hava ongantíð verið meira átrokandi enn ídag. Krøvini til hvat ein dugir og krøvini til, at ein er til reiðar at umskúla seg veksur alsamt.

Hóast vit hava bestu skúlaskipan í heiminum, har ungdómar serliga fáa møguleikan, eru nógv vaksin, sum ongantíð fingu eina útbúgving, ella ikki hava tær grundleggjandi bókligu førleikarnar, sum verður kravt ídag, og av hesum ikki sleppa inn á millumlangar og longri útbúgvingar, tey kundu hugsa sær. Hesin møguleikin økir munandi um persónliga frælsi hjá tí einstaka.

Flestu norðanlond hava í mong ár havt eitt skúlatilboð, sum vanliga verður kallað fyri Voksen Undervisning Center, ella VUC. Fyri mong, eisini føroyingar, hevur hetta verið eitt kærkomið tilboð, og ein útvegur til eitt nýtt og annarleiðis arbeiðslív.

Vit hava miðnámsskúlar kring landi, MEN, hondina á hjarta, ikki er lætt at seta seg á skúlabonk aftur, sum ein tilkomin persónur, millum heilt ung og oftani tann áringar. Tí vilja vit í Framsókn skunda undir, at ein vaksnamanna lærings depil verið settur á stovn, so at fólk í øllum aldri kunnu nema sær teir grundleggjandi førleikarnar, tey av einari, ella aðrari orsøk ikki náddu í ungum árum.

Vaksnamanna lærings depil hevur verið upp á tal áður, men lítið og einki er gjørt fyri at seta á stovn slíkan depil. Tí vilja vit í Framsókn taka táttin upp aftur, og gera nakað munagott og ítøkiligt fyri, at hesin møguleikin fyri lívslangari læring og umskúling verður settur á stovn í Føroyum, sum skjótast.

Súsanna Olsen, valevni fyri Framsókn

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *